2. Elisa og Sjúrður um støðuna í Gasa
30. mai helt Sjúrður Skaale eina nógv rósta røðu á fólkatingi, har hann kallaði Ísrael ljósið í Miðeystri. Elisa Vang er hinvegin virkin í “Samhuga við Palestina”, har tað verður funnist harðliga at Ísrael - og røðuni hjá Sjúrði Skaale. Í hesum partinum av Fríari Mikrofon kjakast tey bæði um støðuna í Ísrael og Gasa. Vertur: Jan LamhaugeSee omnystudio.com/listener for privacy information.
1. Haturstala, talufrælsi og En kenguru som dig
Frí Mikrofon er ein nýggj poddvarpsrøð, sum er ein aktualitetssending um tað, sum rørir seg í samfelagnum júst nú. Hesa ferð er kikarin settur á gamla kjakið um samkyndleika, sum aftur kyknaði fyri kortum, nú leikurin “En kenguru som dig” var á skránni m.a. í Norðurlandahúsinum fyri kortum. Og bylgjurnar ganga høgt í hesum fyrsta partinum av Frí Mikrofon, nú vit skifta orð um kjakið eftir leikin “En kenguru som dig”. Dina Jensdóttir Norðberg, sum rekur kristin-konservativu síðuna Vakurleiki.fo og Esther Margreth Petersen, nevndarlimur í LGBT skifta orð. Nær er talan um haturstalu, nær kunnu børn hoyra um samkyndleika og hvussu langt gongur talu- og trúðarfrælsi? Millum annað hesar spurningar tosa Dina Jensdóttir Norðberg og Esther Margreth Petersen um í hesum fyrsta partinum av Frí Mikrofon. See omnystudio.com/listener for privacy information.