Seinasti EM-poddurin úr Berlin er ein róligur poddur, har Sjúrður Hildarson Hoydal og Djóni Gaard Joensen taka saman um - umframt at Leivur Mortensen, Teis Horn Rasmussen og Óli Mittún stutt seta orð á teirra EM.
Tað tykist so langt síðani at Sjúrður og Djóni tóku upphitingarpoddin upp í Føroyum fyri 10 døgum síðani. So ófatiliga nógv søga er skrivað - Søga, ið seinni má granskast úr størri fjarstøðu.
Einasta niðurstøða, ið vit kunnu gera nú er hendan: Føroyingar lótu als einki liggja eftir í Berlin. Øll góvu sítt ítasta. Leikarar kýttu seg at kasta bóltarnar á rætta leið undir ovurstórum trýsti frá risastórari mótstøðu -
Fjeppararnir kýttu seg, at stuðla leikarunum í hvørjum tvídysti - í hvørjari takkling og í hvørjum einasta tveitta bólti í Týsklandi.
Einki lá eftir. Eingin takkling á vøllinum, eingin leysur bóltur og ongin rødd á nøkrum fjeppara.