Hon er fødd í Englandi, uppvaksin á Tvøroyri og mamma at tveimum børnum, útbúgvin sum journalistur í Englandi og sum yoga lærari í India. Hevur starvast á Kringvarpi Føroya, Rás2, The Copenhagen Post og aðrastaðni, og tey seinastu árini hevur hon verið á R7. Hon er nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU). Annika Bolton Mortensen tosar við Mikrofonina um tíðindaflutning í Føroyum og aðrastaðni; um hví mong uppliva at miðlar sum eitast at vera óheftir kortini tykjast partískir; um samfelagsliga óhepnar og anti-demokratiskar tilgongdir eitt nú í Danmark, har heilsumálaráðharrin nú skal hava sera víðgongdar heimildir; um Trump og forsetavalið í USA; og síðst men ikki minst, um umhvørvismál og FNU.